Nú eru tølini fyri haruárið 2013 tøk. Tað er Eyðfinn Magnussen frá Náttúruvísindadeildini á Setrinum, sum nú er liðugur at gera yvirlitið við haruveiðuni í Føroyum í 2013.
Hetta er aðru ferð, at eitt slíkt yvirlit við haruveiðu er gjørt. Fyrstu ferð var í 2012.
Sambært yvirlitinum vóru skjúttarnir Úti í Haga á Bjørgum í Vestmanna raskastir at skjóta harur í fjør. Teir fingu tilsamans 158 harur á níggju túrum.
Teimum á baki eru teir í Norðurtriðingi, Norðara parti í Sørvági. Teir fingu eisini 158 harur, men á 10 túrum. Á triðja plássi vóru teir í Dalhaga, Eystan fyri Gjónna í Vestmanna. Teir skutu 118 harur, sum teir fingu á trimum túrum.
Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga, og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Tá vóru teir á Skarðhamri í Hvannasundi raskastir við í miðal 7,5 harum pr. byrsu pr. dag.
Í yvirlitinum ber eisini til at lesa um eitt nú haruhagar, tal av harum og um sjálva kanningina av haruveiðuni 2013.
Síggj alt yvirlitið her