Vestmenningar mugu bíða

Lagnan hjá VEKS-samstarvinum verður ikki avgjørd í bræði.

Síðsta týsdag bórust tíðindini, at Vestmanna kommuna hevði boðað hinum kommunum í VEKS-samstarvinum, tað er samstarvið millum Vestmanna kommunu, Eiðis kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu innan eldrarøktina og heimahjálpina, at kommunan ikki longur ynskti at vera partur av samstarvinum.


Samstundis sendi Vestmanna kommuna Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, eitt skriv, har heitt varð á hana, um at loysa Vestmanna kommunu úr samstarvinum.


Orsøkin til ósemjuna er, at Vestmanna kommuna metir, at hon rindar 2,5 milliónir ov nógv til eldraøkið í mun til tað, ið kommunan fær afturborið frá landinum. Tað vil siga, at kommunan er ónøgd við tann býtislykilin, ið varð samtyktur, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar.


Áheitanin um at siga samstarvið upp varð send til Sirið Stenberg, men hon vísir á, at málið er ikki so einkult.


- Samstarvið millum kommunurnar um eldrarøktina og heimahjálpina er býtt út á trý ymisk aðalráð. Fíggjarmálaráðið hevur tann partin, ið umfatar tað fíggjarliga, og har veit eg, at landsstýriskvinna ætlar at kalla kommunurnar til fundar um evnið, Almannamálaráðið umsitur tann partin, ið hevur við góðskuna á tænastuna at gera, meðan mítt egna ráð, Heilsumálaráðið, varðar av samstarvssáttmálanum, ið er millum kommunurnar. So tað eru fleiri partar í málinum, sigur Sirið Stenberg.


Landsstýriskvinnan er tó farin í holt við at viðgera málið, men vil ikki siga nær hon væntar, at ein avgerð verður tikin um framtíðina hjá VEKS-samstarvinum.


- Allir partar skulu hoyrast í málinum áðrenn ein avgerð verður tikin. Vit hava havt ein fund við Vestmanna kommunu, og nú er so ætlanin, at hava ein fund við restina av kommunum í VEKS-samstarvinum. Men talan er um eitt mál við juridiskum ivamálum, so hetta krevur eina gjølla viðgerð, sigur landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.