Tað er sum í gomlum døgum í Norðstreymoy. Í løtuni sigla bátar í pendulfarti millum Vestmanna og Kvívík við ferðafólki.
Fólk úr Vestmanna, sum fór til hús frá arbeiði í Havn í gjár, er framvegis strandað í Kvívík, nú gott og væl eitt samdøgur eftir arbeiðstíð í gjár. Koyrandi er framvegis ikki til Vestmanna, og tí eru bátar farnir úr Vestmanna til Kvívíkar at sigla fólkið heim til Vestmanna.
Klokkan 18:15 fer Silja Star av Vestmanna til Gomlurætt við fólki. Tað er Rigmor Rasmussen, sum skipar fyri, og fólk, sum vilja við, kunnu ringja til hennara á telefon 505700