Vestmenningar kunnu sita heima

Í kvøld kunnu vestmenningar velja at sita heima og lurta eftir valevnunum.

Nú kommunuval verður týsdagin, fara kvinnur og menn í stórum tali av húsum at velja fólk inni í kommunustýrini kring landið.

 

Nú undan valinum hava báðir listarnir, sum stilla upp til kommunuval í Vestmanna, havt hvør sín veljarafund - og ikki felags veljarafund.

 

Men, í kvøld klokkan 21 fáa vestmenningar høvi at hoyra valevni á báðum listum á lokalu útvarpsstøðini - Staðið FM - sum bara hoyrist lokalt í Vestmanna.

 

Tí ber til hjá vestmenningum í kvøld at sita heima og lurta eftir valsending, og tað verður Gunnar Skúvadal, sum verður vertur. 

 

Sagt verður úr Vestmanna, at fólk hava møguleikan at seta spurningar á Facebook-vangan hjá Staðið FM, tá sendingin í kvøld er farin í gongd.