Vestmenningar koppaðu

VÍF, sum annars hevur verið einaráðandi seinnu árini, fekk av at vita á Skála, har eitt væl upplagt heimalið við ferðmiklum spæli sendi gula herin í gólvið

Hondbóltur-menn

Seinastu tvey árini hevur tað verið VÍF, sum hevur sett dagsskránna í føroyskum hondbólti á bæði mans- og kvinnusíðuni, men soleiðis tykist tað ikki verða í ár. Í øllum førum skuldu tað hesu ferð bert ganga tríggir dystir, áðrenn mansliðið rendi seg í fyrsta tapið, og tað hendi ? sjálvandi ? á Skála. Sjálvandi, tí er tað nakað lið, sum hevur dugað at vunnið vestmenningum neisur hesi bæði seinastu árini, so er tað júst StÍF, sum fleiri ferðir hevur argað, og tað enntá somikið nógv, at teir tvey ár á rað hava kunnað rópt seg steypavinnarar.

Ferð á verjuni
Sunnudagin var sjáldan nakar ivi um, hvat av liðunum var hitt betra, men tað var serliga í løtunum kring steðgin, at strandingar sýndu, júst hví teir hava átt ein leiklut í føroyska hondbóltsoddinum seinnu árini.
Verjuspælið við einum stórleikandi Marian Cirloganescu aftan fyri seg riggaði til fulnar. Aloftast vórðu vestmannaálopini steðgað, áðrenn tey gjørdust rættiliga vandamikil, og so gekk tað skjótt hinvegin. Ofta tóktist vestmenningar mest sum dólskir, tá strandingar við fáum kvikum flytingum leiktu seg niðan til málið, og av tí sama møddust vestmenningarnir meira enn gott var. StÍF hinvegin nýtti fáar kreftir, tí talan var ofta bert um ein ella tveir leikarar, sum runnu kontra, meðan hinir fingu eina góða hvíld afturi í verjuni.
Nakað av hesum taktum, sum miðskeiðis í dystinum avgjørdu tað heila, vóru eisini at síggja fyrstu løtuna av dystinum.
StÍF fekk alt fyri eitt gott tak á tungu skjúttunum hjá VÍF, soleiðis at hesir ikki sluppu alt ov væl framat. Roynt varð at treingja spælið saman á miðjuni, soleiðis at VÍF noyddist út í borðini við skotroyndunum, og hetta eydnaðist til fulnar. Ikki minst tí Marian í málinum alt fyri eitt fekk eitt sera gott tak á John Zachariasen.
Hetta gjørdi, at StÍF slapp eitt sindur frá mótstøðuni tíðliga í dystinum, men spakuliga var tað tó so, at VÍF aftur skapti spenning í. Vengirnir byrjaðu brádliga at skora, og so fingu strandingar ikki longur koyrt kontr-spælið, sum annars hevði riggað so væl.
Stutt undan steðginum fekk heimaliðið tó aftur glið á. Uppskriftin var framvegis hin sama, og í løtunum eftir steðgin hildu teir sum nevnt á við sama lag. Eitt skifti sá út til, at VÍF skuldi vera fyri rættiligum avsmurningi, men lukkutíð fyri teir, so setti heimaliðið ferðina nakað niður seinasta korterið, og hugsaði mest um at koyra sigurin heim.

Trúnan ridlar
Og tað varð eisini gjørt. Gaman í fekk VÍF minkað munin úr 10 niður í seks mál, men í vanda kom sigurin ongantíð. Og nakað so langt ífrá.
Sum nevnt, so varð sigurin grundaður á gott verju- og málmansspæl, og megna strandingar at halda fast um hetta, so er eingin ivi um, at teir fara at gerast eitt veruliga gott boð upp á eina møguliga topp-plasering í ár. Kanska er enn nakað tíðliga at staðfesta møguleikan, men vanliga hava strandingar verið munandi sterkari eftir jólasteðgin, og um so verður aftur í ar, verður ikki lukkuligt at standa fyri, tá Costin, Artur, Sveinur og hinir koma stormandi niðan eftir vøllinum.
Fyri vestmenningar var dysturin hinvegin ein staðfesting av, at teir í øllum førum ikki koma spadserandi til nakað í ár. Tað høvdu teir sum kanska heldur ikki roknað við, men vandin lúrir altíð, tá tú hevur verið somikið einaráðandi tvey ár á rað. Enn er kanska ov tíðliga at siga nakað um eitt maktskifti í føroyskum hondbólti, men eftir stigatalvuni at døma, verður talan í øllum førum um eina væl meira spennandi kapping í ár, sammett við seinasta ár.

Dysturin í tølum:
StÍF-VÍF 31-25 (16-11)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 10(1), Dostin Dumitrescu 7(5), Artur Johansen 5(1), Andre F. Danielsen 5, Alexandur Johansen 2, Jón Rasmussen 1, Kristjan Petursson 1
VÍF: Áki Olsen 6, John Zachariasen 6, Piti Negru 6(2), Ingi Olsen 4, Fríðbjørn Seloy 1, Áki G. Olsen 1
Brotskøst: StÍF 7, VÍF 4
Útvísingar: StÍF 5, VÍF 4
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen: Høvdu ikki alla tíðina eins gott tak á, og ivaðust eina einstaka ferð í reglunum, men koyrdu tó kortini nógv heim upp á rutinuna, sum nú er um at verða, so sum hon eigur at vera.