Fyri fyrstu ferð eiga kollfirðingar veruligan heimavøll, tá teir taka móti VÍF. Ein uppgerð, sum tey nógvu seinnu árini hevur verið spæld í Vestmanna. Hvørt fyrimunurin av heimavølli so er nóg mikið at nerta góðu hagtølini, sum vestmenningar hava móti KÍF, er ein annar spurningur.
Seinastu umførini hava liðini í øllum førum togað hvør sín veg. VÍF sum kanska mest upplagdi FM-favoritturin í løtuni, meðan KÍF púrasta tykist hava mist ondina.
Stríðsviljanum plagar hinvegin ikki at bila nakað, tá KÍF spælir móti grannunum fyri norðan, og tí kann talan væl gerast um eina sera lívliga uppgerð.










