Leygardagin er ókeypis at ferðast í Vágatunlinum, og í hesum sambandi hevur Cafe XV nýtt høvi at bjóðað Vestmenningar fram sum undirhaldarar. Víðagitni troubadururin Martin Joensen leggur fyri kl 21.00 og aftaná er tað Brim sum levera vøruna
Tað vera tó ikki aldur, men sera væl úr hondum greiddur tónleikur sum kemur at skola ut yvir hølini hjá Cafe XV . Bólkurin Brim úr Vestmanna, er óivað bestu tulkarar av The Monkees í Føroyum,og hava herumframt eitt sera fjølbroytt úrvæl av tí besta innan dansitónleik frá 60-unum , 70-unum og upp til okkara dagar.
Cafein letur leygardagin upp kl 14.00, og hevur umframt vanligar drykkjuvørur,kaffi ,te og kakao, eitt fjølbroytt úrvæl av løttum rættum at bjóða.
Klokkan 22.00 til kl. 23.00 verður Double Up
Vikuskifti á XV byrjar tó longu hóskvøldið tá opið er frá kl 19.00 til 24.00
Fríggjakvøldið er JAM SESSION.
XV setur sanganlegg, mikrofonir og forsterkarar á pallin.Tit hava sjálvi ljóðførini og tað góða lagið við.
Og so verður spælt og sungið . Opið verður frá kl 19.00 til 04.00.
Hóskvøld og fríggjakvøld er ókeypis atgongd, meðan tað leygarkvøldið kostar 50 kr frá 20.00 til 04.00 og 100 kr aftaná midnátt.










