Vestmenningar fara at heiðra heimsmeistaran

Hóskvøldið verður móttøka í Vestmanna fyri nýggja heimsmeistaranum í nevaleiki, sum er hálvur vestmenningur

Sarah Mahfoud, sum gjørdist heimsmeistari í boksing leygarkvøldið, kemur til Føroyar í annaðkvøld, hóskvøldið.

Í hesum sambandi fer Vestmanna Kommuna at skipa fyri almennari móttøku fyri henni og tað verður í høllini, hóskvøldið klokkan 21.30, beint aftan á hálvfinaludystin millum VÍF og Kyndil.

– Vestmenningar eru ikki sørt ernir av, at Sarah er vorðin heimsmeistari, og vilja fegin heilsa upp á hana, siga tey í Vestmanna kommunu.

Sarah Mahfoud er dóttir Vígdis Jákupsdóttir og Mohammed Mahfoud, og ommudóttir Mariu Nielsen, vanliga nevnd Maria hjá Olivari.

Sarah búði í Vestmanna til hon var 4 ár, tá ið familjan fluttu til Danmarkar.