Í annaðkvøld, leygarkvøldið 1. mars kl. 21, skipar Bryggjan aftur fyri spurnarkapping, men hesaferð er tað ein »firma spurnarkapping«, har 12 lið longu hava teknað seg til.
Liðini koma frá flakavirkinum, fiskivinnuskúlanum, barnagarðinum, kommununi og frá vanliga vinnulívinum. Á liðunum eru 5 leikarar, bæði kvinnur og menn – ung sum gomul.
Til vinnandi liðið er eitt ferðasteyp, og til hvønn einstakan á vinnandi liðnum er eisini eitt steyp.
Tá spurnarklappingarnar eru, koma vanliga eisini onnur enn bara liðini, sum kappast. Øll eru vælkomin at lurta ella at heppa sítt lið leygarkvøldið, siga fyrireikararnir á Bryggjuni í Vestmanna.