Vestmenningar eru í serflokki

10?mannaførini: Eingin megnar sum teir, tá mest um ræður, at halda høvdið kalt og fáa fulla nyttu burturúr evnunum

Tað er ein so fasinerandi sjón, sum hon annars ikki sæst í føroyskari liðítrótt. Størstu bátsmanningarnar liggja í stilli og eitt sindur av mjørkatámi á startmálinum. Startdómararnir koma við síðstu vegleiðingunum. Stýrimaðurin heldur bátinum á kósini, og saman við teimum tíggju væl trimmaðu bátsfeløgunum roynir hann at halda koblingini millum kreftirnar, teknikkin og hugan, sum skal syrgja fyri, at alt fer fram, sum teir hava avrátt frammanundan.

Ein av avtalunum á túsund metra málinum ? og serliga á ólavsøku har tað bara er 901,31 metrar ? er at fáa so mikið av ferð á bátin beinanvegin, at hann stingur seg framum hinar. Eydnast tað, so verður lættari at stýra kappingini.

Hesin fyrsti taktikkurin kann í mesta lagi eydnast hjá einari manning. Viðhvørt er starturin hjá øllum umleið eins góður ella vánaligur, men viðhvørt kemur tað fyri, at ein bátur beinanvegin leypur avstað.

Vestmenningar hava ikki verið kendir fyri at vera skjótir í startinum. Teir hava vant startin nógv í summar, og á ólavsøku eydnaðist tað teimum at stinga seg framum beinanvegin. Hóast munurin aftur til kappingarneytarnar ikki var stórur, so var hann har, og tað hevði stóran týdning, bæði fyri manningina á Vestmenningi og á hinum bátunum.


Fyritreytirnar

Kappingin ólavsøkuaftan var ikki so lítið lík eitt hundrað metra renning. Olympisku leikirnir í Australia eru á skránni í september. Ein tann mest intensa og spennandi løtan verður, tá dómarin og finaluluttakararnir í eitt hundra metra renningini fara at gera klárt.

Sammetingin skal sjálvandi takast við øllum fyrivarni, men starturin hjá 10?mannaførunum ólavsøkuaftan var ikki so ólíkur eini sovornari kapping á 100 metrum.

Á styttsta renningarteininum vinnur tann, sum er best fyri og sum er mest kaldur, tá tað stendur mest á.

10?mannafarið hjá vestmenningum vann ólavsøkuaftan, tí teir vóru best fyri, og tí teir vóru mest kaldir, tá mest um galt. Teir eru í góðari venjing, teir hava nógvar kappróðrarroyndir, og teir høvdu besta taktiska skilið í góðveðrinum á Havnarvág.


Kappingin

Vestmenningurin fekk skjótt stavnin framum. Eysturoyingur royndi í fyrstuni at leggja framat fyri at bøta um vónbrotið, sum kappingarárið hevur verið fyri teir, men tann royndin var ikki serliga drúgv.

Havnarbáturin ynskti eisini at vísa nógvu viðhaldsfólkunum, at hóast teir ikki høvdu møguleika at vinna FM, so kundu teir bjarga árinum hjá sær sjálvum og Havnar Róðrarfelagi, men tað eydnaðist ikki. Vestmenningar vístu teimum frá sær, tá havnarmenn, sum lógu undir Molanum, bornir av áskoðarafjøldini, royndu at gera sítt.

Umborð á Kjøli søgdu teir eftir kolldømingina á jóansøku, at málið hjá teimum var at vinna á ólavsøku. Teir ætlaðu at taka Vestmenningin í startinum, men tað eydnaðist ikki. Á veg fram við Molanum gjørdu teir tvær ella tríggjar royndir afturat, men Vestmenningur stóð stinnur.

Onkuntíð hevur verið at sæð, at yvirkátir róðrarmenn eru lopnir úr bátinum, tá teir hava vunnið á ólavsøku. Tað gjørdu vestmenningar ikki. Eyðkenda kaldi og sáttligi stílurin, sum er so týdningarmikil, tá intensiteturin er so stórur, sást eisini, tá teir fingu at vita, at tað vóru teir, sum høvdu vunnið, og at tað vóru teir, sum vóru meistarar. Uppiborið var tað, og vit ynskja teimum tillukku.


Vónbrotini

Sjálvandi var tað eitt vónbrot hjá Havnarbátinum, at teir ikki megnaðu at vinna á Havnarvág, og at teir ? hóast teir fleiri ferðir vóru framvið ? ikki megnaðu at vinna nakran róður fyrsta árið, teir róðu við nýggja bátinum.

Hjá Nólsoyinginum var talan um stórt vónbrot. Teir høvdu møguleika at vinna FM, men so var neyðugt hjá teimum at vinna á ólavsøku. Teir fingu vánaligan start, og hóast frástøðan til fremru bátarnar ikki var so ógvuliga stór, so kom tað ongantíð upp á tal, at nólsoyingar blandaðu seg í kappingina um fremsta plássið og harvið FM heitið.

Eysturoyingar, sum ivaleyst vóru mettir av sigrum og vóru óhepnir í fyrstu róðrunum, gjørdu lítið um seg. Tað frættist, at fleiri útskiftingar vera á Eysturoyingi komandi ár. Vit hava áður víst á, at tað er gott ungt fólk í felagnum, og eingin ivi er um, at guli báturin eisini komandi árini fer at blanda seg uppí, har tað gongur fyri seg.

Størsta vónbrotið í hesum árinum hevur verið tað hjá vágbingum. Teir fóru tíðliga á árinum at venja í gamla bátinum.Teir gleddu seg til at fáa nýggja bátin, sum teir avgjørt ætlaðu at gera seg galdandi í, men tað kiksaði fullkomuliga. Báturin kundi ikki brúkast størsta partin av róðrarárinum. Í staðin fyri at rógva í einum nýggjum og lættum báti, noyddust vágbingar at kappast í einum gomlum Sumbingi. Tá teir fingu møguleika at royna seg í nýggja bátinum, vóru ongar ábendingar um, at teir skuldu blanda seg upp í kappingina um fremstu plássini.