Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.
Og hann heldur, at tað hevur eydnast.
– Vestmenningar eru øgiliga glaðir og vinnufyritøkurnar ganga væl. Men tað týdningarmesta er, at fólkatalið í Vestmanna vaks 38 fólk í fjør.
Og nú ber hetta frukt, soleiðis heilt ítøkiliga, tí í Vestmanna streyma alsamt meira pengar inn í kommunukassan sum skattainntøka.
Higartil í ár hevur Vestmanna kommuna sostat fingið hálvtsætta prosent meira inn í skatti, enn fyrsta ársfjórðing í fjør, ella til knappar 460.000 krónur.
Og serliga hevur síðsti mánaðin skarað framúr, tí í mars var Vestmanna kommuna bara 51.000 krónur frá at fáa tríggjar milliónir krónur inn í skatti, sum er ein vøkstur upp á 13,5 prosent, samanborið við mars í fjør.