Seinnu árini hava vit ikki hoyrt so nógv um Rockall - ella Rokkin - sum vit plagdu at rópa hann.
Føroyar (umvegis Danmark) teljast tó millum tey lond, sum hava sett krøv fram um rættindini til havbotnin undir Rock'inum, tí vit meta, at Rockall-grunnurin er í framhaldi av Føroyagrunninum og ikki av bretska landgrunninum.
Í Vestmanna halda tey seg eisini eiga ein Rockall. Tað er stóri kletturin, sum sæst á viðheftu mynd og sum stendur beint oman fyri hesi neystini í Vestmanna - ja, eitt av neystunum er ivaleyst stoypt fast í klettin.
Hetta er ein løgin sjón hjá teimum, sum ikki hava sæð henda klettin áður, og tað munnu vera fleiri ár síðan, at onkur í Vestmanna gav klettinum navnið Rockall.
Tann veruligi Rockall, sum liggur 407 kilometrar vestur úr Hebridunum, er 23 metrar høgur og 27 metrar breiður.
So stórur er Rokkurin í Vestmanna ikki, men tað er ikki heilt frítt, at hesir báðir klettar líkjast í útsjónd.