Júst í hesum døgum er tónleikabólkurin "Vestmenn" komin út við nýggjari fløgu, sum hevur heitið " Tær løturnar".
'Vestmenn' eru kendir fyri at spæla lættan, fjøltáttaðan og íoyrafallandi tónleik á einum tónleikaliga høgum støði.
Talan er um 10 løg, sum eru ymisk. Summi eru lívlig og skemtilig, onnur meira álvarsom.
Vestmenn hava ikki læst seg fastan í ávísan tónleikastíl, men spenna breitt við teirra tónleiki, sum eins og áður er sjálvgjørdur fyri tað mesta.
Vestmenn ár 2011 eru:
Ólavur Højgaard - sangur og røddir
Niels Olsen - harmonika og røddir
Bogi Olsen - Steelgittar, el.-gittar, akk.-gittar og ljómborð.
saman við:
Rúna W. Højgaard, ið spælir trummur og slagverk í øllum løgum
Arbjørn Sivertsen - el.gittar og akk.-gittar
Kolbein Simonsen - bass
Gestatónleikarar eru:
Ólavur Olsen - ymisk blásiljóðføri
Finnur Hansen - klaver, ljómborð og røddir
Sigrid Olsen - røddir.
Hesum boðar Tutl frá í dag.