Vestmenn í Kagganum

Føroya kendasti kontribólkurin gjøgnum tíðirnar Vestmenn fer aftur á pall. Vestmenn eiga eina av Føroya mest seldu tónleikaútgávum, og serliga lagið Eg siti so eina er vorðið fólkaogn. Leygarkvøldið spæla Vestmenn í Kagganum.

 
Dansivinarligi kontritónleikurin hjá Vestmonnum er sera vælumtóktur, og hevur fylt flestu dansistøð í landinum gjøgnum árini. Í fjør var Vetmenn forsangarin Ólavur Højgaard í Nashville og tók fløguna Úr Vestmanna til Nashville upp, henda fløga vísti at áhugin fyri føroyskum kontri enn er stórur, tí hon fekk sera góða móttøku. Tað er ivaleyst ikki ósannlíkt, at okkurt av fløguni verður at hoyra leygarkvøldið.