Vilmund Jacobsen
Hóast vestmeningar ikki vænta sær nakra landing fyrr enn í fyrsta lagi hósdagin, verða gólvini ikki turr á virkinum kortini, tí so nógvur fiskur lá niðurfyri frá seinastu viku. Og soleiðis var eisini í vikuni undan hesari.
Tveir trolarar landaðu í Vestmanna í síðstu viku; teir vóru Vesturbúgvin og Grønanes, sum høvdu umleið 150.000 pund av upsa í part. Teir høvdu eisini nakað av toski, sum onnur virki keyptu.
Fram og Vesturbúgvin landaðu ávikavist í Miðvági og á Tvøroyri í síðstu viku og ein partur av upsanum, sum varð landaður í Miðvági, endaði í Vestmanna.
-? So, vit høvdu nógvan fisk í síðstu viku, og nógvur fiskur lá niðurfyri í vikuskiftinum, sum vit arbeiða í hesi vikuni.
Heldur sær væl
Í Vestmanna siga tey, at nú tað er so kalt í veðrinum, heldur fiskurin sær væl, og tað er eingin trupulleiki at arbeiða fiskin í vikuni eftir.
Teir fyrstu dagarnar í hesi vikuni hevur eingin landing verið í Vestmanna, mená virkinum vænta tey, at okkurt skip kemur inn at landa seinni í vikuni, tó neyvan fyrr enn hósdagin.
Upsin, sum trolararnir fáa, er framvegis smáur.