Vestmannatunnil hómast

Tað er okkurt, ið røkist fyri, at vestmenningar endiliga fáa tann tunnilin, ið tosað hevur verið um í fleiri ár.


Í játtanarkørmurunum hjá landsstýrinum, ið vórðu lagdar fram í síðstu viku, eru nevniliga 10 milliónir krónur settar av í 2019 0g 2020 til forprosjektering av einum tunli, sambært Kringvarp Føroya.


Við Kringvarpið sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, at talan er um eina verkætlan, ið skal skunda undir vøkstrinum av kommununi.


- Nú hava vit gjørt nakrar kanningar og spurt fólk sum Vestmanna kommuna, hvat tað er, ið forðar fyri at Vestmanna kommuna ikki veksur meira enn hon ger. Hon stendur sum so í stað millum 1.200 og 1.240 borgarar.


- Nærum øll, 99,9 prosent siga, at trupulleikin er vegurin til Vestmanna. Hevði ein tunnil komi, so hevði verið munandi lættari at flutt til Vestmanna, tí farleiðin bleiv væl betri at koyra um veturin, sigur Pauli T. Petersen við Kringvarpið.