Vestmannagentur vunnu fyri fyrstu ferð í 39 ár

5-mannafør gentur: Men tað var um reppið, at kollfjarðargentur snýttu tær fyri sigurin

Tær eru blaðungar, og nógvar teirra hava lítlar ella rættari ongar royndir í at rógva kapp. Men tað var vorðið sum úrslit, sum vestmannagentur fingu, tá tær fyri fyrstu bjóðaðu hinum manningunum av.

Longu í innleiðandi umfarinum vóru greiðar ábendingar um, at tær umborð á Havfrúnni ætlaðu sær at vera við, har tað gekk fyri seg, men tað er øðrvísi at rógva finalu og so innleiðandi, tá tað ofta er ein spurningur um at rógva taktiskt og syrgja fyri at vera millum fimm teir fremstu og kanska spara eitt sindur uppá orkuna, í staðin fyri at leggja nógv fyri.

Havfrúgvin var á odda allar túsund metrarnar í finaluróðrinum, men tá bátarnir fóru um málið, var tað ein stórur spurningur, um tær høvdu vunnið. Tá bátarnir komu á Kósabrúnna, og harvið hálvt málið var rógvið, tóktist sum um tær umborð á Havfrúnni høvdu hug til at fara frá hinum bátunum, og at sigurin skuldi gerast ivaleysur.

Men tær umborð á Kolli vildu tað øðrvísi. Tær høvdu vunnið hitt innleiðandi umfarið, tí lógu teir báðir bátarnir úr Norðurstreymi undir liðini á hvørjum øðrum mitt í feltinum, og tí bar væl til at fylgja við í, hvussu leikur fór teirra millum.

Og tað var sjón fyri søgn, at tær umborð á Kolli høvdu ein fínan endaspurt. Í hvørjum taki otaðu tær seg alt longri fram á Havfrúnna, bátarnir fóru stavn um stavn um málið, og tað var púra ómøguligt at siga, hvør hevði vunnið. Avgerðin varð tikin eftir at videoupptøkan var spæld umaftur og umaftur, og máldómarin, Ísak Mikladal, og hinir, sum vóru har, kundu staðfesta, at tað vóru vestmannagentur, sum vóru ein tumma undan teimum úr Kollafirði.


39 ár síðani seinast

Tað er væl skiljandi, at genturnar umborð á Havfrúnni og teir vestmenningarnir, sum vóru komnir til Klaksvíkar at fylgja við og taka á við sínum manningum, vóru ovurfegin, tí tað eru 39 ár síðani Havfrúgvin við gentumanning síðst endaði fremst í einum kappróðri, og tað var fleiri ár frammanundan, at tað nakrantíð var farið undir FM kappingina.

Tær, sum nú manna Havfrúnna, eru blaðungar, og hvørki tær ella mammurnar hjá teimum minnast nakran sigur hjá gentunum umborð á Havfrúnni. Síðsta ferðin tær vunnu var á ólavsøku í 1960.

Gentumanningin umborð á Kolli hevur ongantíð vunnið FM, men avrikið í Klaksvík kundi bent á, at kappingin um FM í ár fer fyrst og fremst at standa millum hesar báðar bátarnar úr Norðurstreymi.

Síðani 1995 hava Sílið og Ørnin vunnið tveir meistaraskapir í part. Bæði havnargentur og tær úr Vágum vóru við í kappingini hesa ferð, og tær endaðu ávikavíst á triðja og fjórða plássinum. Munurin frá Sílinum og fram til teir báðar fremstu bátarnar var meiri enn tvey sekund. Tað er ikki so lítið, men tað er ikki meiri enn so, enn at tað væl ber til at ímynda sær møguleikan fyri einum øðrum vinnara um tríggjar vikur, men nú fáa vit at síggja.

Í undanumfarinum endaði Drekin úr Havnini á fjórða plássi í fyrra innleiðandi umfarinum. Men í finaluni fekst ikki at vita, hvørjar knotur vóru í gentunum í hesum bátinum hjá Havnar Róðrarfelag. Tær komu ongantíð leysar av fasta startinum.