Vestmanna veksur varliga

- Hugaligt, at fólkatalið økist, verður sagt úr kommununi.

Hóast búskaparliga kreppu og minkandi arbeiði innan fiskavinnuna, er fólkatalið vaksið higartil í ár.

Við árskiftið vóru 1.202 vestmenningar, sum 1. apríl vóru øktir við 13, til íalt 1.215 fólk. Nevnast kann, at 1. apríl í fjør búðu 1.202 fólk í Vestmanna.

Talan er sostatt um ein munandi fólkavøkstur í bygdini.

- Hetta er hugaligt, tí vit vita, at onki arbeiði er á fiskiavirkjunum. Harumframt eru nakrir útlendingar, sum arbeiddu á fiskavirkinum, fluttir av landinum vegna vantandi arbeiðsmøguleikar, sigur Vestmanna kommuna.