Vestmanna Tourist Centre

Umframt væl umtókta túrin undir Vestmannabjørgini, bjóðar Vestmanna Tourist Centre eisini eitt spennandi søgusavn, gávubúð við eini røð av ymiskum tinganesti og eina stóra hugnaliga matstovu við nógvum ymiskum rættum.

Vestmannabjørgini eru helst kendasta ferðamál í Føroyum. Í sambandi við hesa sigling hevur Sp/f Skúvadal í Vestmanna bygt upp eina heila vinnu við Sjóferðum og Vestmanna Tourist Centre við nógvum ymiskum aktivitetum sum t.d. søgusavni, gávubúð og matstovu. Sjóferðir, sum hevur bátarnar Froyur, Barbara og Urðardrangur, bjóðar umframt túrin til Vestmannabjørgini, eisini aðrar siglitúrar, eitt nú ber til at leiga bátarnar til Mykines, Koltur, Skúvoy, Svínoy ella okkurt annað stað í Føroyum.


Túrurin undir Vestmannabjørgini er nakað heilt serligt. Onga aðrastaðni kanst tú á sama hátt uppliva djúpar holur, smøl sund og drangar við einum fjølbroyttum fuglalívi - og so tað steyrrætta bergið, sum fer næstan 700 metrar beint uppí loft, alt á einum stað.


Á Søgusavninum í Vestmanna Tourist Centre er tað ein heilt serlig uppliving at ganga millum søguligu persónarnar, meðan tú gjøgnum oyratelefonir hoyrir brot úr Føroya søgu um t.d. Trónd í Gøtu, Sigmund Brestisson, Húsfrúnna í Húsavík og Anniku í Dímun.


Í Vestmanna Tourist Centre er eisini hugnaliga matstovan Fjørukrógvin, sum er ein upplagdur møguleiki til eina góða máltíð í sambandi við t.d. túrin undir Vestmannabjørguni. Um summarið hevur matstovan stórt middags sjálvtøkuborð við fleiri flógvum rættum, fiski og føroyskum viðskera. Hvønn sunnudag er stór buffet frá kl 12 til 17. Fjørukrógvin er góðkend til 100 fólk og hevur fult skeinkiloyvi.


Í Gávubúðini í Vestmanna Tourist Centre finst ein røð av ymiskum tinganestum, sum hava samband við Føroyar sum t.d. málningar, pløgg, filmar, útstappaðir fuglar, tónleikur, bøkur, postkort og mangt annað. Fleiri føroysk virki, sum virka troyggjur og annað úr ull, eru eisini umboðað. Vestmanna Tourist Centre er opið hvønn dag alt summar frá kl 9 - 17.


Meira upplýsingar á www.skuvadal.fo og www.fjorukrogvin.fo