Vestmanna skal hava nýggjan borgarstjóra

Pauli Trond Petersen leggur frá sær sum borgarstjóri í Vestmanna.

 

Hann hevur verið í farloyvi sum borgarstjóri eitt tíðarskeið, men  nú hevur hann boðað kommununi frá, at hann ynskir at verða loystur úr starvi sum borgarstjóri.

Pauli Petersen varð valdur í bygdarráið í Vestmanna í 2004. Hetta er triðja skeiðið, hann situr sum borgarstjóri.

Á seinastsa bygdarráðsvali í 2020 fekk hann 248 persónligar atkvøður.

Bjørg á Rógvi er varaborgarstjóri í Vestmanna. Hon hevði næstflestar atkvøður á seinasta bygarráðsvali.

Tá borgarstjóri leggur frá sær, so skal kommunustýrið velja nýggjan borgarstjóra.

 

Hesi vórðu vald í kommunustýrið í Vestmanna á seinasta bygdarráðsvali:

##med2##