So byrjaði hon so umsíðir - vetrarfriðingin av bygdini í Vestmanna, sum leingi hevur verið í umbúna.
- Í dag byrjaðu vit at hegna sambært sáttmála við Fjalshaga - ella frá Gjónni og inn til Fossá, og hegningin er byrjað oman fyri tey ytstu grundstykkini við Fjalsveg.
Vestmanna kommuna veit í dag at siga, at hegningin skal verða liðug, áðrenn seyðurin kemur á bøin aftur í oktober, og tá skuldi seyðurin ikki sloppið longur inn enn til nýggja vetrarhegnið, sum nú verður sett upp.
- Tó skal viðmerkjast, at kommunan helst ikki nær at seta vetrarhegnið oman fyri Fjørðin upp í ár, so helst fer seyður at kunna koma av Fjørðinum og nakað út í bygdina.
Vestmanna kommuna veit at siga, at avtala enn ikki er gjørd við Neshaga, og tí kunnu somu viðurskifti gera seg galdandi fyri seyðin hjá teimum.