Hóast heili 300 fólk vóru komin saman í Fiskivinnuskúlanum, tá Vestmanna søga varð løgd fram mikukvøldið, vóru tað mong avbygdafólk, sum ikki hættaðu sær á oynna fyri kavaroki.
Eftir áheitan fara Helgi Jacobsen, rithøvundur, og Jákup í Gerðinum, ættargranskari, tí at signera Vestmanna søgu í H. N. Jacobsens Bókahandli kl. 15.00 í dag.
Undirtøkan í Vestmanna var sera góð, tí høvundarnir signeraðu útvið 400 bøkur hetta kvøldið.