Eyka útreiðslur í samband við nýggja ellisheimið og lægri skattainntøku noyða Vestmanna Kommunu at endurskoða fíggjarætlanina fyri 2013.
- Flestu rakstrarkonti verða skornar við 20 prosentum, sigur borgarstjórin, sum hevur givið øllum leiðarum hjá kommununi boð um at spara.
Tað merkir millum annað, at skúlin, dagstovnurnir og aðrir stovnar undir kommununi skulu spara. Men eingin verður uppsagdur.
Pauli T. Petersen sigur, at stigið er neyðugt, skal kommunan sleppa undan at siga fólki úr starvi.
Tvinnar orsøkir eru til sparingarnar, sambært borgarstjóranum. Nýggja ellisheimið í bygdini varð seinkað og kostaði kommununi eyka útreiðslur. Og harumframt var skattainntøkan hjá Vestmanna í fjør eina millión krónur minni enn væntað.
- Hetta hevði við sær, at samanlagt var fíggjarætlanin fyri 2012 tá avtornaði tríggjar milliónir krónur verri enn upprunaliga mett. Og tað mugu vit nú spara innaftur, sigur Pauli T. Petersen.
Vestmanna Kommuna hevur bundið seg til at rinda 10 milliónir krónur í avdráttum upp á nýggja ellisheimið í ár, og tað tyngir fíggjarætlanina. Kommunan roknar við at fáa 35,6 milliónir inn í kommunuskatti, umframt 1,4 millión í partafelagsskatti.









