Vestmanna Kommuna hevur fingið knappar 460.000 krónur ella 5,5 prosent meiri í skatti higartil í ár enn um sama mundið í fjør.
Mars royndist serliga væl. Tá fekk kommunan 2.949.000 krónur inn í skatti, og tað var 13,5 prosent meiri enn í mars í 2013.
Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at tey eru væl nøgd við skattin í mars og vóna, at tann jaliga gongdin fer at halda fram tað, ið eftir er av árinum.