Tað tykist kommununi sera løgið, at ráðið kann taka eina slíka avgerð bert út frá nøkrum hæddarmátingum, sum ráðgevararnir hava gjørt av bygninginum.
Væl er partur av bygninginum sjunkaður, men hevði ikki verið rættast at gjørt veruligar botnkann-ingar, fyri at finna útav støðufestinum í undirlendinum?
Út frá nøkrum fáum hæddarmátingum er neyvan gjørligt at meta, um sjunkingin er hend innan fyri tann fyrsta mánaðin, tað fyrsta árið, ella yvir alt tíðarskeiðið, síðani bygningurin varð gjørdur!
Vestmanna Kommuna fer tí hervið at heita á Mentamálaráðið um at gera veruligar botnkanningar av undirlendinum undir bygninginum, áðrenn endalig støða verður tikin í málinum.
Um Mentamálaráðið heldur fast við tiknu avgerðina, fer Vestmanna Kommuna hervið at minna ráðið á, at kommunan áður hevur givið tilsøgn um byggibúgvið grundøki til nýggjan fiskivinnuskúla og sjódepil!
Hetta er gjørd á fundum 16. juli 1998 og 6. september 2001 við ávikavist Signar á Brúnni og Óla Holm, táverandi landsstýrismenn.
Henda tilsøgn var eisini grundin til, at Vestmanna Bygdarráð í skrivi til Mentamálaráðið, dagf. 1. mai 2002, boðaði frá samtykt um at lata skúlanum undirlendið undir bygninginum á matr. nr. 216s til ognar.
Hervið skal boðast frá, at Vestmanna Kommuna stendur fast við tilsøgnirnar, bæði viðvíkjandi undirlendinum undir matr. nr. 216s og eisini um annað byggibúgvið grundøki, um ætlanin viðvíkjandi matr. nr. 216s verður endaliga slept.










