Í sambandi við Útivikuna hesa vikuna skipar Vestmanna Kommuna saman við Lokala Agendafelagnum fyri gongutúrum hvørt kvøld í vikuni
Vestmanna kommuna sigur, at allir borgarar í kommunu ? og onnur áhugað ? eru vælkomin at vera við.
Gongutúrarnir hava ymisk mið, men felags fyri teir allar er, at teir eru úti í vøkru náttúruni kring Vestmanna.
Mánakvøldið 25. mai kl. 19 Gongutúrur niðan í Vørmadal og heimaftur um Tjørn á Vestur
Møtt verður við Brandstøðina
Leiðari er John Zachariasen
Týskvøldið 26. mai kl. 19 Gongutúrur niðan ígjøgnum Fossá
Møtt verður uttanfyri Miðhøllina
Leiðari er Erla Zachariassen
Mikukvøldið 27. mai kl. 19 Gongutúrur runt Reynið
Møtt verður uttanfyri Miðhøllina
Gingið verður inneftir ovara vegi inn á Leitið, niðan til gamla grótknúsaran, yvirum byrgingina, runt um Reynið, og oman á Fjalsveg.
Leiðari er Herit Magnussen
Hóskvøldið 28. mai kl. 19 Gongutúrur rundan um Melina
Møtt verður við Brandstøðina
Leiðari er Hans Poulsen
Fríggjakvøldið 29. mai kl. 19 Gongutúrur fram á Rossastígarnar
Talan er um ein drúgvan túr.
Møtt verður í Skálum.
Leiðari er Leivur Olsen
Leygardagin 30. mai Gongutúrurin er ikki endaliga fastlagdur enn
Sunnudagin 31. mai kl. 14 Heiðavatn
Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari er Erla Zachariasen
Rundtúrar hvørt kvøld í vikuni kl. 20
Møtt verður niðanfyri skúlan
Gingið verður úteftir, oman ígjøgnum Gerðisbrekku, inn á Fjørð, og útaftur eftir Ovara vegi.