Dals kirkja verður karmur um góðan kórsang til guðstænastuna sunnudagin.
Ì samband við at Vestmanna kirkjukór seinast í juni fer á íslandsferð fara tey til Dals á venjingarlegu, um vikuskiftið.
Tey fara at búgva og venja í Dali.
Sunnumorgunin kl. 11 skal kórið syngja undir guðstænastuni har Hvalvíksprestur Bergtórur Hjelm Bjarkhamar hevur guðstænastuna.