Børn, ung og vaksin í Vestmanna fara niðan á Gomluplenu fríggjadagin 20. mars at uppliva sólarmyrkingina. Vestmanna skúli fer eisini niðan á hetta øki henda sermerkta dag, har tey fara at skipa fyri felagssangi.
- Um viðrar verður farið niðan á Melina, veit Vestmanna kommuna at siga.
Klokkan 15 fríggjadagin letur eisini hugnaliga kaffistovan í Krambúðini upp, og eru fólk vælkomin á gátt til eitt hugnaligt prát. Her ber til at keypa sær kaffi, te, køku, toast og saftísar.
Høvi verður eisini at vitja heimavirkissøluna, sum hevur heimavirkaðar vørur til sølu.
Í Vektarbúðini fara Finnur Koba og Pauli Magnussen at spæla og syngja frá klokkan 20 til 23, og her er atgongdin ókeypis. Opið verður so leingi, sum fólk eru á gátt.
- Fyri at gøtuljósini ikki skulu órógva upplivilsi av sólarmyrkingini, hevur Vestmanna kommunu tikið stig til, at gøtuljósini og ljós á kommunalum og virkisbygningum ikki tendra aftur hendan fyrrapartin, tá tað myrknar.
Vestmanna kommuna veit at siga, at privatpersónar, sum hava sjálvvirkandi útiljós, kunnu eisini umhugsa at sláa tey frá henda morgunin.









