Vestmanna er okkara borg

VÍF hevur nú lagt sjógv millum seg og nærmastu kappingarneytarnar. Sambært Áka G. Olsen, so er tað serliga heimavøllinum í Vestmanna at takka.

- Vestmanna er okkara borg. Øll liðini hava tað trupult her. Ein onnur orsøk er, at vit eisini vinna teir dystirnar, tá spælið ikki riggar serliga væl, sigur Áki G. Olsen.

Tit hava tapt tvær ferðir móti H71 í hesum kappingarárinum. Hvat gjørdu tit øðrvísi hesaferð?

- Vit stýrdu dystinum. Vit avgjørdu leikferðina, meðan teir runnu aftaná. Vit sluppu eisini lættari til málini. Vit vóru meira uppsettir, tí vit ætlaðu okkum ikki at tapa triðju ferð í slag móti teimum, staðfestir Áki G. Olsen.