Vestfinnur liggur framvegis á bryggjuni

Tað var í illveðri hin 19. desember, at Vestfinnur sakk við bryggju í Vestmanna.

Tað var í illveðri hin 19. desember í fjør, at frítíðarbáturin Vestfinnur sakk við bryggju í Vestmanna.

 

Nakað av olju lak úr bátinum, og tí gjørdi Vestmanna kommuna - í samráð við eigara og P/F Trygd - av at taka bátin upp á bryggjuna.

 

Ein stórur krani hjá skipasmiðjuni Mest varð brúktur til upptøkuarbeiði.

 

Síðan henda dag hevur Vestfinnur, sum er stívliga 12 BT stórur, ligið á bryggjuni í Vestmanna, nærindis gomlu ferjuleguni.

 

Vestfinnur, sum er smíðaður í 1971 í Klaksvík úr furu og eik, var tryggjaður hjá P/F Trygd, og eigari er Kristin Johansen í Vestmanna.

 

Vestmanna kommuna hevur fleiri ferðir heitt á P/F Trygd um at fáa bátin burtur av havnarøkinum, har hann liggur so sjónligur og avgjørt ikki er nakað prýði fyri økið.

 

- Vit eru ikki partur av málinum, men vit eiga havnarlagið, har báturin liggur. Nú bátastevnan í Vestmanna nærkast, er tað okkara inniliga vón, at báturin verður fluttur.

 

Pauli T. Petersen, borgarstjóri, sigur, at kommununi er lovað, at Vestfinnur verður fluttur fyri bátastevnuna.

 

- Tað verður ikki kommunan, sum flytir bátin, men P/F Trygd hevur lovað okkum, at tey skulu syrgja fyri hesum, sigur borgarstjórin í Vestmanna kommunu.