Vestergaard tekur 17 prosent av sildakvotuni

Føroyar hava ásett sær sjálvum 17 prosent av samlaðu kvotuni av norðhavssild, svarandi til 105.000 tons.

- Eg haldi at vit hava verið varin og hava ásett okkum ein rímuligan part av samlaðu kvotuni, sigur Jacob Vestergaard.

ICES mælir til munandi lægri heildarkvotu í ár, sammett við í fjør. Sildakvotan eigur lækka úr 833.000 tonsum niður í 613.000 tons, ljóða ráðini frá havrannsóknarstovninum. Føroyska kvotan er sum nevnt 17 prosent, svarandi til smá 105.000 tons.

Landsstýrismaðurin ráðførdi seg herfyri við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Um politisku undirtøkuna fyri leistinum sigur Jacob Vestergaard soleiðis:

- Politiskt er man samdur um at fara undir eina tilgongd, har Føroyar fáa størri part av sildakvotuni. Hetta er so úrslitið.

Nærri vil landsstýrismaðurin ikki koma politisku undirtøkuni fyri at áseta sildakvotuna til 17 prosent av ICES-tilmælinum.

Eftir páskir fer Jacob Vestergaard at býta sildakvotuna út. Tað verður gjørt við kunngerð, upplýsir landsstýrismaðurin.

Afturat sildakvotuni er somuleiðis greitt, at føroyska makrelkvotan í ár verður smál 159.000 tons. Makrelkvotan verður á sama støði sum undanfarin á, íroknað lækkingina í ICES-tilmælinum. Og harumframt verða stívliga 33.000 tons flutt frá í fjør.