FORELDRAMYNDUGLEIKI
Í Sosialinum í gjár var samrøða við Lars Hansen, limur í høvuðsnevndini hjá danska felagsskapinum Foreningen Far, sum setti spurnartekn við, um tað er rætt av føroyingum at seta donsku lógina frá 1995 um foreldramyndugleika í gildi, nú danir sjálvir arbeiða við at gera nýggja lóg á økinum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, er ráðharrin, sum vegna Landsstýrið skal leggja hetta ríkislógartilmælið á tingborð.
Hann metir, at hendan lógin fer at javnseta føroyskar pápar í mun til ta eldru lógina, men hann viðgongur, at henda nýggja lógin ikki er optimal.
- Nei, men hetta er ein munandi bati, í mun til tað, sum er. Vit kundu sjálvandi altíð bíðað, men tá vit í Innlendismálaráðnum spurdu okkum fyri í vár, vóru ongar ítøkiligar ætlanir í Danmark um at seta nýggja lóg í gildi har, sigur Jacob Vestergaard.
- Enn er hetta bert politiskt tos, sigur hann.
Lars Hansen segði annars við Sosialin í gjár, at ætlanin er at seta nýggja lóg í gildi í Danmark 1. januar 2007, og hetta verður eisini váttað úr danska Familju- og brúkaramálaráðnum.
<B STRONG málsøkið< yvirtikið sjálvur normal"$?$end$!$Vidli>
Landsstýrismaðurin sigur, at sjálvur hevði hann einki havt ímóti at yvirtikið hetta málsøkið, so tað føroyska heimastýrið slapp at varða av tí, men hetta hevur verandi samgonga ikki sett sær fyri, og tí er hetta ikki aktuelt í løtuni. Tí kunnu føroyingar ikki gera egnar lógir á hesum øki, men bara seta danskar lógir í gildi.
Jacob Vestergaard viðgongur tó, at tey ikki bara hava góðar royndir av henni í Danmark, men av tí at tey í Innlendismálaráðnum ikki hava frætt um nakra lógarbroyting í Danmark, vilja tey ikki bíða, tí verður nýggj lóg sett í gildi í Danmark, ber til at endurskoða hetta, sigur hann.
<I EM gott?< nóg tað Er fyrst. hetta undir skriva skal mamman og foreldramyndugleika, fyri møguleika foreldrum samdum bert gevur gildi, í seta at ætla tit lógin, normal"$?$end$!$Men>
- Nei, tíðin er kanska komin til, at maður og kona fáa foreldramyndugleika automatiskt. Men tá tey ikki eru samd, kann tað gera tað sama, tí tá fólk fara at klandrast, fara tey at klandrast, heldur Jacob Vestergaard og sigur, at hann heldur at tá er neyðugt at onkur sker ígjøgnum, tá einki annað er praktiskt gjørligt.
<B STRONG hagtølini< ikki normal"$?$end$!$Kennir>
<I EM tað og gildi, í seta at normal"$?$end$!$Men ikki Danmark?< rættarmálum tílíkum øllum av % 88 vinna kvinurnar hetta, gera rættin fara til ber tá úr lættur ov foreldramyndugleiki felags er>
- Ja, tað er nakað annað, tá rætturin má taka støðu, men eg kenni ikki hasi tølini. Í Danmark hava vit sæð, at fyrr góvu menninir skarvin yvir beinanvegin, sigur Jacob Vestergaard, ið tó vísir á, at so er framvegis talan um, at menninir vinna í 12 % av førunum. Landsstýrismaðurin heldur, at rættarskipanin er tað besta, vit hava, til at skera í gjøgnum í tílíkum málum, og hann sigur seg vita frá sínum fyrrverandi arbeiði sum løgreglumaður, at samverurættur og tílíkt ofta verður brúkt til at vinna hvørjum øðrum neisir við.
- Hetta verður ringt at koma til lívs, tí annar parturin má fáa foreldramyndugleikan, sigur Jacob Vestergaard um foreldur, sum klandrast.
<I EM tað í at normal"$?$end$!$Men er foreldramyndugleikan?< missir samstundis men foreldur, sum egnaður ert tú stendur, har dóm, ein fáa kanst lagi,>
- Tá hongur tað ikki ordiliga saman, tað hevur tú rætt í, men onkur má skera ígjøgnum, sigur Jacob Vestergaard, og vil vera við, at ein ikki fær vart seg fyri øllum í eini lóggávu, og tí eru hesi mál sera trupul.
- Men rættarskipanin er tað besta, vit hava, til at lýsa og avgera eitt mál, so antin mamman ella pápin fáa foreldramyndugleikan, men hví tað sum oftast er mamman, dugi eg ikki at siga, sigur Jacob Vestergaard.
<B STRONG lóg< sína broyta danir um endurskoðast normal"$?$end$!$Kann>
- Men um danir broyta sína lóg, so er eingin forðing fyri, at vit um 1 ár ella 2 endurskoða lógina.
Men nógv á familjurættarøkinum líkist nógv í norðurlondum, so tað er eingin grund til at uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur, sigur Jacob Vestergaard.
<I EM og foreldramyndugleika, í at normal"$?$end$!$Men til felags er tú har ein kanst munur?< so hava dømast Norra Svøríki>
- Ja, men tað ber nokk neyvan altíð til. Men vit eiga at vera opin fyri, hvussu tað verður gjørt aðrastaðni. Hetta kundi ivaleyst verið gjørt betur, men hendan nýggja lógin er ein ríkislóg og ein bati, í mun til tað vit hava nú, sigur Jacob Vestergaard, sum væntar stóra undirtøku í Løgtinginum fyri ríkislógartilmælinum. Men nakra yvirtøku av familjurættarøkinum, so føroyingar sjálvir kunnu smíða lógir um foreldramyndugleika, skulu vit sum nevnt ikki vænta í bræði, tí tað hevur samgongan ongar ætlanir um.
MYNDATEKSTUR:
Um danir broyta sína lóg, so er eingin forðing fyri, at vit um 1 ár ella 2 endurskoða lógina, sigur Jacob Vestergaard