Enn kenna vit ikki orsøkina til, at Christian í Grótinum varð tikin av skotsku sjóverjuni. Heldur ikki Jacob Vestergaard, sum umsitur fiskivinnumál í landsstýrinum, sigur seg vita nakað sum helst um málið.
- Tað einasta, sum eg veit, er tað, sum eg havi frætt umvegis fjølmiðlarnar. Har eru viðurskifti, sum regulera fiskiskap, og tað eru reglur, sum bæði fiskiskip og tjóðirnar annars virka eftir í slíkum førum.
Formaðurin fyri hetlendska reiðarafelagið hevur sagt, at ES og Noreg eiga at skræða makrel-avtaluna, tí hendan byggir á skeivar fortreytir. Hvør er tín støða til hetta?
- Fyrst og fremst, so hava vit ikki gjørt nakra avtalu við Skotland ella Hetland. Vit hava gjørt avtalu við ES, og hon er sjálvandi bygd á so reellar fortreytir, sum tað nú einaferð bar til. Og tosar tú um, hvar vit fiska, so hevur tað víst seg, at størsti parturin verður fiskaður í føroyskum sjógvi.
Hvussu leingi kanst tú sum fiskimálaráðharri hyggja at, um tað vísir seg, at skipið er tikið uttan haldgóða orsøk?
- Sum sagt, so eru nakrar reglur at ganga eftir, tá fiskað verður. Hetlendingar eru eisini partur av eini rættarskipan, og vit mugu hava álit á, at hon virkar eins væl, sum okkara egna skipan ger.