Vestergaard framt valdsmisnýtslu móti mær

- Tá tú spyrt meg beinleiðis, um hetta er valdsmisnýtsla, so er mítt greiða svar! Ja, Jacob Vestergaard fremur valdsmisnýtslu, tá hann gevur mær tænastumannaboð um at uppsiga annan skiparan uttan nakra orsøk, sigur Regin Vágadal, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni

Starvssetan

 

203 dagar ella góðan seks og ein hálvan mánað náddi Regin Vágadal at sita í stjórastarvinum á Strandferðsluni. So kom ein landsstýrismaður úr Innlendismálaráðnum ímillum og við sokallaðum tænastumannaboðum um at taka seinnu setanina av tveimum nýggjum skiparum til Smyril aftur.

Og tá eina tænastumaður ikki kann gera ímóti tænastumannaboðum hevði Regin Vágadal tveir kostir í at velja. Antin at gera eftir boðunum ella siga nei, ið ivaleyst vildi havt við sær, at hann varð uppsagdur. Tí valdi hann sjálvur at biðja um at verða loystur úr starvi.

Upp á spurningin um talan er um valdsmisnýtslu frá Jacobi Vestergaard, er Regin Vágadal ikki í iva.

- Ja, ongin vi um tað. Heilar tríggjar ferðir hevur Fíggjarmálaráðið vent tummilfingurin niðureftir, tá eg havi spurt um møguleikan fyri at taka uppsagnirnar av teimum báðum skiparunum aftur. Tað hevði eg ikki heimild til, og var onki annað val enn at biðja Innlendismálaráðið loysa meg úr starvi, sigur Regin Vágadal.

Hann heldur, at framferðarhátturin hjá landsstýrismanninum eftirletur ein almennan stovn í skeljasori.

- Tað kundi ongantíð fallið mær inn at hildið meg verið óumveriligan á Strandferðsluni, men øll starvsfólk við royndum eru nú burtur. Sjálvur havi eg verið har í fimm ár, sigur Regin Vágadal.

 

 

Fyrrverandi stjórin vísir á, at tað er ikki fyrstu ferð, at Jacob Vestergaard roynir at ávirka avgerðir hjá leiðsluni í Strandferðsluni. Í sambandi við flytingina til Suðuroyar vóru Regin Vágadal og trý onnur starvsfólk og kannaðu møguleikarnir í Suðuroy fyri, hvar Strandferðslan skuldi hava nýggja høvuðsskrivstovu. Niðurstøðan gjørdist, at best var at byggja ein nýggjan bygning á Krambatanga beint við ferjuleguna hjá Smyrli. Hetta var landsstýrismaðurin ikki nøgdur við. Hann kravdi, at hølini skuldu finnast á postnummarinum 800 Tvøroyri.

- Tað hevði verið betri fyri bæði stovnin og starvsfólkini at fáa ein nýggjan bygning, sum liggur beint við ferjuleguna, sigur Regin Vágadal, sum heldur ikki ivast í, hvat lá aftan fyri avgerðina hjá landsstýrismanninum at leggja seg út í hetta.

- Tann bygningurin, sum avgjørt var at leiga til endamálið, hevur staðið óbrúktur í fleiri ár og hevði ivaleyst brúk fyri einum góðum leigara til hølini, sum Strandferðslan sjálvandi er, sigur Regin Vágadal.

Tað áhugaverda í hesum er, at eigarin av bygninginum eru ein floksfelagi hjá Jacobi Vestergaard.

- So kann ein og hvør sjálvandi gera sær sínar hugsanir um, hvør motivatiónin at broyta okkara tilmæli um at byggja, var, sigur Regin Vágadal.

Fyrrverndi stjórin vísir á, at hann eftir tænastumannaboðunum fríggjadagin ikki hevði annað val enn at fara úr starvinum.

- Tilburðurin við skiparunum er so langt úti, at eg ikki havi orð fyri tí, sigur Regin Vágadal og vísir á, at skipararnir vórðu sagdir úr starvi í mei, og at tveir nýggir skiparar longu vóru settir.

Tað hevur ikki eydnast at fingið viðmerkingar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, til sjónarmiðini hjá Regini Vágadal.

 

Skiparamálið komið í Løgtingið

Málið um skipararnar á Smyrli og fráfarna stjóran á Strandferðsluni kemur nú í Løgtingið. Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður úr Tjóðveldinum, setir løgmanni og tveimum landsstýrismonnum fleiri munnligar fyrispurningar um uppsagnir og setanir á Strandfaraskipum Landsins.

 

Tjóðveldistingmaðurin spyr millum annað Jóannes Eidesgaard, løgmann, hvør er kærumyndugleiki viðvíkjandi setanum og uppsagnum á almennum stovnum, landsstovnum, eitt nú á Strandfaraskipum Landsins.

Torbjørn Jacobsen spyr millum annað Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvat hann heldur um framferðina hjá landsstýrismaninum í Innlendismálum í samband við setanir og uppsagnir á Strandfaraskipum Landsins, og um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur gjørt nakrar fyribils útrokningar um fíggjarligu avleiðingarnar av hesum nú so aktuella máli.

 

Eisini spyr Torbjørn Jacobsen Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, eftir hvørjum reglum og siðvenjum í fyrisitingarlógini hann tilskilar sær rætt til at geva tænastuboð um og annars at leggja seg út í setanir og uppsagnir á landsstovnum undir Innlendismálaráðnum, í hesum førinum Strandfaraskipum Landsins. Torbjørn Jacobsen spyr eisini, um fyribilssetti stjórin, Jákup Danielsen, hevur fingið somu tænastuboð sum fráfarni stjórin, Regin Vágadal.

Munnligu fyrispurningarnir skulu svarast á tingfundinum í morgin.