Jacob Vestergaard var staddur í haganum suðuri á Økrum, tá ið hann fekk boðini um, at hann varð koyrdur úr starvinum sum landsstýrismaður - Eg visti, at løgmaður umhugsaði støðuna, so eg eri ikki kløkkur av boðunum, sigur Jacob Vestergaard.
Hann var staddur hjá seyðunum suðuri á Økrum, tá ið hann fekk boðini.
- Eg haldi, at løgmaður hevur tikið eina avgerð í óðum verkum, tí málið er als ikki kannað til botns, sigur hann við portalin.










