Vestergaard: ES-boykott steðgar ongum

Landssstýrismaðurin í fiskivinnumálum er avgjørdur í samrøðu við Politiken

Hildu danir at stóra ES kundi hótta lítlu Føroyar, so gevur føroyski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum teimum eina aðra fatan av støðuni.

 

Jacob Vestergaard er avgjørdur í samrøðu við danska blaðið Politiken í gjár. Spurdur um avleiðingarnar av ES-boykottinum svarar landssstýrismaðurin í fiskivinnumálum:

 

- Ætlanin hjá ES at steðga okkara fiskiskapi er ikki eydnast, og hon kemur heldur ikki at eydnast, sigur Jacob Vestergaard í samrøðu við Politiken.

 

Landssttýrismaðurin í fiskivinnumálum fer enntá so langt, at hann skírir ES fyri hava eina ”primitiva tangagongd”.

 

Umframt at tosa við Jacob Vestergaard hevur Politiken eisini tosað við Pól Huus Sólstein, sølustjóra hjá Atlantic Pelagic, Jógvan Jespersen, stjóra í Felagnum Nótaskip, Jan Højgaard, formann í Fiskimannafelagnum, og búskaparfrøðingin Hermann Oskarsson.

 

Allir eru teir á einum máli um, at Føroyar skulu nokk klára seg, hóast boykott úr Evropeiska Samveldinum. Og allir siga seg meira ella minni stuðla førda politikkinum hjá Jacob Vestergaard.

 

Útsøgnirnar fáa blaðið til at gera ta niðurstøðu í yvirskriftini á greinini, at "sanktioner preller af på færinger."

 

Esben Sverdrup-Jensen, formaður í felagnum hjá donsku uppsjóvarvinnuni, Danmarks Pelagiske Producentorganisation, ásannar í samrøðuni við Politiken, at ES og harvið Danmark hevur gjørt sær sjálvum eina bjarnatænastu við førda politikkinum síðani Føroyar av fyrstan tíð ásettu sær egna makrelkvotu í 2010.

 

- Tað er greitt, at úrslitið av boykottinum hevur verið, at Føroyar hava bygt upp kapasitet at taka ímóti uppsjóvarfiski. Men hinvegin, so kunnu vit sum ábyrgdarfullir fiskimenn ikki bara standa og hyggja at føroyska ovurfiskiskapinum, sigur Esben Sverdrup-Jensen.

 

Herheima nýtti Jørgen Niclasen høvið at rósa sínum landsstýrismanni í fiskivinnumálum, tá hann helt sína formansrøðu á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum ígjár. Um førda politikkin í samband við makrelfiskiskapin segði Jørgen Niclasen í røðu síni:

 

- Vit fiska alla kvotuna og virka hann nú her heima til gagns fyri stórtal av føroyingum. Hóttan, influtningsbann og havnastongsul. Einki er lættari enn at hoykna undir trýsti.  Treiskni hjá Vestergaard kunnu allir føroyingar vera stoltir av.  

 

ES-boykottið móti innflutningi av sild og makreli úr Føroyum hevur verið í gildi síðani síðst í august. Landsstýrið fyrireikar seg at stevna ES fyri altjóða rætt.