Vestergaard í Deadline: Vit krevja okkara rætt

– Vit hava ongantíð fingið høvi at diskutera býtið av sild. Og vit gera ikki annað enn at krevja okkara rætt. Tað segði ein vælupplagdur Jacob Vestergaard, tá hann var gest­ur í Deadline á DR2 í gjárkvøldið.

Evnið var aktuella sild­a­stríð­ið millum ES og Føroyar, sum í vikuni førdi við sær, at fisk­i­vinnunevndin hjá ES sam­tykti at seta í gildi hand­il­s­til­tøk móti Føroyum.

Landsstýrismaðurin í fisk­i­vinn­u­málum segði seg fara koma við prógvum, ið stuðla und­ir føroyska kravið um størri part av sildastovninum í Norð­ur­at­l­ants­havi.

– Men tað fara vit at gera, tá vit sleppa aftur til sam­ráð­ing­ar­borð­ið, segði Jacob Vest­e­rgaard.
Hann vildi ikki gera málið til ein spurning millum Før­oy­ar og Danmark.

– Aggresivi holdningurin og pol­i­tikk­urin úr Brússel hev­ur ført okkum higar. Eg skilji væl, at Danmark er í einari støðu, har landið ikki fær gjørt so nógv. Danmark hev­ur roynt sítt, hevur roynt at fáa ein dialog í lag við fisk­i­vinn­u­komm­is­s­er­in hjá ES, men til fánýtis, segði Jacob Vest­er­gaard.

Lands­stýrismaðurin í fiski­vinn­u­málum vísti á, at hó­ast Før­oyar og Danmark eru í rík­is­felagsskapi, so hava Før­oyar ikki fyri neyð­ini at rætta seg eftir tí fiski­vinn­u­pol­i­tikki, sum Danmark er noytt til at føra.

– Føroyar hevur valt at hava okkara egna fiski­vinn­u­pol­i­tikk. Tað valið tóku vit, tá Dan­mark fór inn í ES á sinni, og Føroyar valdu at standa uttan­fyri, segði Jacob Vest­er­gaard.