Vestas risastóra bílegging

Danska vindmyllufyritøkan Vestas hevur fingið ta størstu bíleggingina í søgu felagsins, og bíleggingin er samstundis ein tann størsta av sínum slagi í heiminum nakrantíð.

Tað er portugisiska felagið EDP Renováveis, sum hevur bílæagt vindmyllur, sum skulu setast upp í Suðurevropa, Suðuramerika og Norðuramerika.

Í fyrstu atløgu er talan um myllur, sum kunnu framleiða 1500 MW, men møguliga koma myllur til 600 MW afturat.

Danskir greinarar halda, at bíleggingin er millum 15 og 16 milliardir krónur verd, og virðið á partabrøvunum í Vestas hækkaði eisini, tá tíðindini bórust í dag.