Vestanstevna: Go-cart og framsýning

Til stevnuna í Miðvági um vikuskiftið hevur MB útvegað sær níggju Go-cart bilar, sum tey vitjandi kunna royna seg í

Breytir til vaksin og til foreldur við børnum eru úti á Bakka. Miðvingar eru eisini raskir at mála. Fleiri fólk hava gingið á kvøldskúla í vetur og lært at mála. Málningar frá teimum, eins væl og eldri málningar verða at síggja á listaframsýningunum, sum vera í niðaru hædd hjá Jens Eli og í Gamla Skúla.