Vestanstevna er avlýst

Sandavágs Ítróttarfelag hevur avlýst Vestanstevnu

Komandi vikuskiftið skuldi Vestanstevnan haldast í Sandavági, men hon verður av ongum.

 

Sandavágs Ítróttarfelag boðar í kvøld frá, at stevnan er avlýst.

 

Boðini frá SÍF eru soljóðandi:

 

»Góðu Vágafólk. Eftir tilmæli frá heilsumynduleikunum verða vit tíverri noydd at avlýsa Vestanstevnuna í ár. Tó verður kappróðurin, nærri verður lýst um kappróðurin seinni.«

 

Harvið legst afturat teimum avlýstu summartiltøkunum. Komandi vikuskiftið var eisini ætlanin at halda G! Festival, men hann er eisini avlýstur.

 

Í løtuni eru 103 fólk smittað við koronu.