Vest Pack og Farpack fingið somu eigarar

Enn ein samanlegging í føroyskum vinnulívi Tíðindaskriv

Tá tað í heyst stóð leiðsluni á Vest Pack í boðið at keypa Vest Pack, varð avgjørt saman við øðrum at taka av. Eyðsæð var, at skuldi Vest Pack kunna brynja seg út til øktu kappingina á heimamarknaðinum og eisini verða ført fyri at økja um útflutningin, varð neyðugt við framskygdum lógvatøkum.

Sum liður í hesi ætlan varð mett skilagott við øktum virksemi við samstarvsfelaga fyri vestan, sum Vest Pack hevur samstarvað við í mong ár. Hetta felag, sum eitur Samhentir-VGI, virkar innan somu vinnugrein sum Vest Pack á íslendska marknaðinum. Saman við hesum samstarvsfelaga varð Vest Pack so keypt.

Í kjalarvørrinum av hesum keypi varð síðan avgjørt at royna at keypa Farpack, sum millum annað innflytir vørur, sum Vest Pack framleiðir. Tað eydnaðist at keypa Farpack, og við tí styrkja um føroysku framleiðsluna av pakkitilfari til føroyska marknaðin. Somuleiðis er tað sjálvsagt, at ígjøgnum økta samstarvið við Samhentir-VGI gerast ótroyttir møguleikar við útflutningi á íslendska marknaðin, munin lættari at troyta.

Vest Pack metir, at við hesum keypi gerst Vest Pack enn betri ført fyri at veita kappingarførar prísir, tænastu og veitingartrygd, til føroyska marknaðin - samstundis sum styrkt verður um møguleikarnar fyri øktum útflutningi stendur í tíðindaskrivi.