Fólkatingsmaðurin Eyvind Vesselbo fer ikki úr Vinstra, soleiðis sum danskir fjølmiðlar skrivaðu í gjár. -Eg veit ikki, hvør hevur spunnið hasa søguna, tí sonn er hon ikki, sigur Eyvind Vesselbo við danska útvarpið í morgun.
Í gjár vildu fleiri fjølmiðlar vera við, at Eyvind Vesselbo, sum er umhvørvistalsmaður hjá Vinstra, fór at melda seg upp í Ny Alliance í dag.
-Eg havi ongar ætlanir um at fara úr Vinstra, sigur fólkatingsmaðurin í morgun.