Vesputíðin um at vera av

Nú summarið er um at vera av og tað líður móti heysti, hava summi hug at hanga við nevinum. Men samstundis eru tað eisini góð tíðindi fyri tey, ið ræðast vespur, at ringasta vesputíðin eisini er um at vera av

Síðan á sumri í 2000, tá Tórsvøllur kom til Føroya, og fyrstu vespurnar vóru at síggja í Føroyum, hava hvørt summar verið alsamt fleiri vespur at síggja, kanska serliga í Havnini. Nógv eru tey, ið hava ilt á sær av vespunum, og alsamt fleiri vespubýli stinga seg upp ymsastaðni í býnum. Og kring vespubýlini er rættiliga nógv virksemi, tí vespurnar skulu passa og fóðra avkomið, sum er klakt í vespubýlunum.

Til tess at minka um trupulleikan av vespum, bjóðar Tórshavnar Kommuna borgarunum hjá sær ta tænastu, at tey hava aktingarmann, sum eisini tekur sær av at týna vespubýli, um fólk kunnu vísa á hvar tey eru.



Útkallaðir 5 til 6 ferðir um dagin

Sigurð Hansen er vesputýnari hjá Tórshavnar Kommunu, og hann greiðir frá, at teir higartil í ár hava týnt okkurt um 130 til 140 vespubýli, og at flestu útkallingarnar eru frá einari viku undan ólavsøku og til seinast í august.

- Vit hava havt nógv at gjørt síðan eina viku undan ólavsøku og til nú. Í miðal verða vit útkallaðir at týna vespubýli millum fimm og seks ferðir um dagin hetta tíðarskeiðið, men longu nú merkja vit eina stigvísa minking, og seinastu dagarnar hevur ikki verið tað heilt stóra at gera, greiðir Sigurð Hansen frá.

Vespubýlini eru um hesa tíðina umleið á stødd við ein lítlan hondbólt, og eru tískil lættari at fáa eyga á ella at renna seg í. Og um fólk koma fram á eitt vespubýli, so eiga tey at ringja á Snarskivuna hjá Tórshavnar Kommunu og boða frá, soleiðs at serkøn fólk kunnu koma á staðið at týna vespubýlið.

Tá Sigurð Hansen fer út at týna vespubýli, hevur hann serliga útgerð við sær. Til tess at týna vespubýlini, nýtir hann tvey sløg av eituri.

Tað fyrsta er ein flótandi eiturløgur, sum alt fyri eitt drepur allar vespur uttan fyri býlið. Aftaná verður eitt eiturpulvur sprænt inn í og uttan fyri býlið. Hetta eitrið virkar í fleiri dagar og drepur allar vespur í býlinum og allar tær vespur, sum vóru burturfrá, meðan týningin fór fram.


Vesputíðin um at vera av

Síðan vikuna undan ólavsøku hevur Sigurð Hansen havt úr at gera, men nú fer so spakuliga at líða móti heysti. Hetta merkir eisini at vespurnar fara í dvala inntil næsta summar, tá tær aftur koma fram. Men inntil tá verður friður, og á hesum sinni er vesputíðin um at vera av.