Vespurnar tóku ikki stikkið heim

Hóast B36 var aftanfyri og undirmannað, so eydnaðist árstalsfelagnum at tryggja sær eitt stig, tá teir hósdagin tóku móti NSÍ

Fótbóltur

Tað stóð einki til hjá B36 í hálvleikinum hósdagin. Eftir ein fyrra hálvleik av teimum heldur linligu, har tað var hampuliga langt millum møguleikarnar, tóktist heimaliðið at missa alt burtur í løtunum undan steðginum.
Fyrst hevði Gert Langgaard lagt gestirnar á odda, og síðani hevði Bárður Mortansson hjá vertunum fingið march-ordra frá dómaranum, eftir at hann hevði hevnt seg á Sjúrða Jacobsen.

Djørv venjaraavgerð
So tað stóð einki til, og sum so mundi hálvleiksstøðan eisini vera í lagi. Hóast talan ikki var um nakra greiða yvirvág, so høvdu runavíkingarnir verið teir vandamiklaru, og millum annað hevði Gert tað einu ferðina lobbað upp um málverjan men beint framvið málinum.
Men Gert gjørdi so skaðan góðan aftur undan steðginum. Ivaleyst hevði bólturin longu verið innanfyri, tá B36-leikari kortini fekk skavað útfrá, men bólturin kom ikki longur enn til Gert, sum altso kundi staðfesta fyri linjuverjanum, at nú var altso innanfyri.

Ridlaði báðar vegir
Hetta noyddi vertirnar longur fram á vøllin, og tí kom tað sum vera man illa við, tá teir brádliga fækkaðust í tali.
Jóannes Jakobsen sýndi tó frá byrjan av seinna hálvleiki sera stórt dirvi. Heldur enn at offra ein álopsleikara, valdi hann nú at spæla við mann ímóti manni í verjupartinum, soleiðis at talan var um 3-3-3 uppstilling. Frameftir vøllinum gav hetta B36 møguleikan at fasthalda upprunligu spælskipanina, og eftir tíggju minuttum fingu teir eisini lønina, tá John Petersen høgdi til returbólt, eftir at Arnbjørn Danielsen fyrst hevði roynt seg við skoti.
Eftir hetta varð heimaliðið tó aftur umskipað, soleiðis at størri dentur varð lagdur á verjupartin, men hóast hetta, so eydnaðist tað ikki NSÍ at tiltvinga sær eina veruliga yvirvág.
Møguleikar vóru báðar vegir, og tann størsta hevði B36 helst, tá Santos varð sendir einsamallur avstað. Jens Martin sýndi tó sannan landsliðsklassa, tá hann forðaði fyri skotroyndini.
Í hinum endanum hevði NSÍ ta einu ferðina bóltin á stólpanum, men inn fór hann ikki, og soleiðis eydnaðist tað hvørgum av pørtunum at seta seinasta seymin í.
Samanumtikið, so mundi javnleikurin tó vera á eini leið. Kanska kunnu B36?arnir ikki vera nøgdir um, at teir annan heimadystin á rað missa stig, men hinvegin kundu runavíkingarnir neyvan heldur vera nøgdir um, at teir í yvirtali og við leiðslumáli ikki megnaðu at halda tætt.