Vespurnar hvessa broddin

Hjá runavíkingunum kann talan verða um nýtt álopspar, nú teir fyri aðru ferð í ár taka ímóti TB

Tað var kanska júst dysturin í Runavík, sum av álvara fekk fólk at rokna við TB í ár. Tann dystin var NSÍ annars stórfavorittur at vinna, men TB fór suður við javnleikinum, sum eisini kundi verið ein sigur, um væl vildi til.

Hvest álop
Í Runavík iðraðu tey seg tá um stigamissin. Og tó at TB alla tíðina hevur hildið fast um góðu støðuna, so er lítið at ivast í, at runavíkingarnir hesaferð vilja hava øll stigini. Ikki minst nú talan samstundis er um stevnudyst.
Millum annað skal hetta gerast við einum hvøssum álopi, og ikki kann sigast annað enn, at møguleikarnir her eru øktir síðani seinasta umfarið. Eftir at hava verið í Hollandi við nigerianska U-21 landsliðnum, er Ikechukwu Onyema nú aftur tøkur hjá vespunum, og hartil er Páll M. Joensen í - fyribils - ein mánað læntur úr HB.
Á minus-síðuni telur, at Jústines R. Hansen er leikbannaður eftir reyða kortið seinast, eins og hvørki Kári Hansen ella Gert Langgaard enn eru førir fyri at spæla.
Hjá TB er Daniel Nyarko helst einasti maður, sum ikki er klárur hesaferð. Alexandar Jovevic hevur drigist við skaðar, síðani TB seinast vitjaði í Runavík, men hann hevur helst notið gott av frívikuskiftinum, sum landsdystirnir bóru við sær.