Vespurnar, sum í nøkur ár hava verið ein plága í Havn, hava nú breitt seg til onnur øki í landinum Tað munnu vera tey fægstu, sum brýggja seg um at hava vespur til granna. Ella at hava vespur yvirhøvur.
Í fleiri ár hava hesi smádýr verið ein plága fyri havnafólk, og nú er so líkt til, at vespurnar hava breitt seg longur út um landið.
Á heimasíðuni hjá FaroeNature.net ber til at síggja, at vespubýli er funnin og týnd í bæði Søldarfirði og í Sandavági.