"Vespureiðrið" verður á Rás2 í dag

Sendingin byrjar klokkan 16.10 og verður send frá bókasavninum við Løkin í Runavík

Klokkan 16.10 í dag verður, sum vant ein sending úr Runavíkar kommunu á Rás2.

 

Tó verður talan um eina serliga sending í dag, tí á øðrum sinni í ár fara John Andersen og Jonhard Hansen at hava eitt serligt "Vespureiður", sum hesaferð verður sent frá bókasavninum við Løkin í Runavík.

 

Sendingin verður endursend klokkan 20.10 í kvøld, og prátini koma út á in.fo í kvøld.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra John Andersen greiða frá innihaldinum í sendingini í dag.