Í húskinum hjá Ragnhild Ellingsgaard vórðu tey illa við, tá tey undan jólum komu eftir, at snøgga jólatræið var fongt við ymsum smákyktum.
Hóast dustsúgvarin alt fyri eitt varð funnin fram, so slupppu einar 12 mariuhønir at liva víðari. Tvær teirra lógu tó eftir eini tíð púrasta stillar við eini kokon millum beinini, og eftir at hava leitað nakað á netinum, kom Ragnhild eftir at talan var um ein sník av vespuormveru. Tað vil siga, at vespur høvdu lagt ormveru í mariuhønuna, og at hesar síðani vuksu uppi á nýggja verti sínum.
Hon hevur latið Jens Kjeld í Nólsoy ormfongdu Mariuhønurnar, og hann hevur á heimasíðu sínari myndir av hesum.
Myndirnar og tað, sum Jens Kjeld skrivar um hetta, sæst við at trýsta HER.










