FÓTBÓLTUR
Tað var nú nokk so løgið, at seks av teimum sjey málunum í Gundadali í gjárkvøldið skuldu falla í seinna hálvleiki, tí tað var í fyrra hálvleiki, at besti fótbólturin var at síggja. Og tað var HB, sum vísti hann fram – uttan at NSÍ vísti nakað sum helst.
Frá byrjan setti HB seg tungt á dystin, og við stórum hugflogi skolaðu álopini ímóti NSÍ-málinum. Allir á oddaliðnum bjóðaðu seg fram, spældu skilagott sínamillum og hildu høga ferð. Og tað var altso løgið, at bara eitt mál skuldi koma burtur úr teimum kanska átta kjansunum, HB hevði fyri steðgin.
Í stórum stíli
HB hevði vunnið allar heimadystirnar og NSÍ allar sínar útidystir, so tí høvdu fleiri kanska vónað, at ein líkinda dystur millum tvey javnsterk lið skuldi spyrjast burturúr, men so varð ikki. NSÍ hevði ongan veruligan málkjans í fyrra hálvleiki, og einasta hóttanin var eitt spískt skot frá Károly Potemkin í triðja minutti.
Tvørturímóti stóð heimaliðið fyri øllum – og tað í stórum stíli! Talan var um HB-spæl upp á tað allarbesta, har kviku vengurnir hóttu og dugdu væl at finna Páll Mohr Joensen og Andrew av Fløtum har frammi, sum aftur tóku væl ímóti og vístu gott spælskil, ið ofta gav møguleikar av sær.
Men mest merkisvert var, at Fróði Benjaminsen og Kári Nielsen skuldu ráða so fullkomuliga fyri øllum á miðvøllinum, har NSÍ annars í uppstillingini var ríkiliga væl mannað, men í spælinum slett ikki formáddi sær nakað sum helst ímóti teimum báðum arbeiðsmonnunum.
Stuttur spenningur
Í seinna hálvleiki rakk spælið ongantíð somu hæddir, hóast HB framvegis stýrdi fullkomuliga. Tað var enntá so vánaligt viðhvørt tann fyrsta hálva tíman, at eingin vildi droymt um 5-2 á talvuni eftir 90 minuttir, men kompensatiónin hjá vertunum vóru tó sjálvandi tey bæði málini frá Andrew, ið mestsum lótu dystin aftur.
At veikasti parturin á HB-liðnum er verjan, kom so brádliga til sjóndar, tá persónligar verjuvillur góvu NSÍ høvi til at koma inn í dystin eina lítla løtu. Tey bæði málini hjá Hjalgrím Elttør settu lív í síðstu løtuna av dystinum, men tá Andrew av Fløtum við tveimum málum aftrat svaraði aftur í hinum endanum, var spenningurin kvaldur í føðingini.
Tá fyrstu vespurnar komu til landið í sínari tíð, varð sagt, at tær reiðraðust í Gundadali. Kanska tað er ein orsøk til, at vespufellurnar har á leiðini virka so væl…