Vesna fer til Tjaldur

Komandi kappingarár fer Vesna Tomajek, sum nú er farin aftur til Jugoslavia, at spæla við Tjaldri

 

Hondbóltur


Sum kunnugt, hevur ársins hondbóltsleikari í kvinnudeildini, Vesna Tomajek, boðað frá, at hon ikki longur ætlar sær at spæla við Stjørnuni. Hetta hevur í eina tíð verið greitt, og leygardagin var seinasti dagur hennara her á landi í hesum umfari.


Til Runavíkar

Tað var tó ikki fyri well, tá Vesna hesa ferð segði farvæl við Føroyar, tí komandi kappingarár verður hon aftur at síggja í kappingini. Tá verður tað tó ikki við Stjørnuni, at hon skal spæla, men hinvegin við Tjaldri í Runavíkini.

Sosialurin hevur fingið upplýst, at Tjaldur hevur gjørt sáttmála við Vesnu um, at hon komandi kappingarár skal verða høvuðsvenjari fyri alla ungdómsdeild felagsins. Í løtuni fevnir hendan um aldursbólkarnar upp til 14 ár, men ætlandi skal hetta so víðkast, soleiðis at felagið sum frálíður fær umboðan í øllum ungdómsdeildunum.

Tjaldur er jú eitt rættiliga nýtt felag, og ungdómsarbeiðið hevur at kalla ikki verið nakað í nógv ár inni í Runavíkini. Í fjør varð tó sjøtul settur á hetta, tá Sverri Jacobsen legði lunnarnar undir nýggja ungdómspolitikkin, og nú er so ætlanin, at Vesna Tomajek skal taka yvir í so máta.

Umframt at vera venjari, skal Vesna so eisini spæla við besta kvinnuliðnum í Runavík, og einki er at ivast í, at hetta verður ein risa stórur styrkur hjá botnliðnum at fáa.

Stóri spurningurin í so máta er helst, um tær megna at halda sessin í deildini, har tað fyrst og fremst er Sóljan, sum tær skulu sleppa upp um, um talan ikki skal vera um aðru deild komandi ár.


Tóku kjansins

Úr Runavík frættist, at sambandið millum Tjaldur og Vesnu kom í lag, tá tað kom fram, at alt ikki ruggaði sum tað skuldi í Klaksvíkini. Skjótt frættist, at Vesna Tomajek hevði gjørt av at stinga í sekkin, og so gjørdu runavíkingarnir skjótt av. Tey settu seg í samband við Vesnu, og aðrenn langt var liðið, var alt komið í rættlag, soleiðis at Vesna komandi ár verður knýtt at Tjaldri.

Sum skilst á lagnum, eru tey í Runavíkini ógvuliga spent uppá, hvussu Vesna fer at roynast sum venjari hjá teimum. At hondbóltsevnini eru góð, er einki at ivast í, og umframt heiðurin sum ársins leikari, varð hon eisini kosin ársins venjari í fjør, og ivaleyst hevur hon nakað at læra frá sær til ungdómin.

Hetta er samstundis ein ásannan í Runavíkini av, at nóg mikið ikki hevur verið gjørt við yngru hondbóltsdeildirnar. Tað eru hóast alt hesar, sum skulu verða grundarlagið undir felagnum framyvir, eins og tey felagnum meta seg skylda stóra baklandinum, at eitt miðvíst arbeiði eisini verður gjørt á hesum økinum.